Ofta spurdir spurningar

Ofta spurdir spurningar,

Hvørji eru krøvini til møtiskyldu?
Tað er ymiskt frá einum útbúgvingarstovni til annan. Í summum førum er talan um at møtt verður á útbúgvingarstovninum eina ella fleiri ferðir um árið. Í øðrum førum, er ikki neyðugt at møta á útbúgvingarstovninum.

Kostar tað at verða fjarlesandi?
Tað er ymiskt frá einum útbúgvingarstovni til annan. Í summum førum verður skúlagjald kravt, meðan tað í øðrum førum er ókeypis at taka útbúgvingar umvegis fjarlestur.

Fær man føroyskan lestrarstuðul frá Studna til fjarlestrarútbúgvingar?
Nei, sum er kann ein fjarlestrarlesandi ikki fáa stuðul frá Studna.

Fyri at fáa lestrarstuðul frá Studna skal ein lesandi m.a. uppfylla fylgandi krøv: ”Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum” §3 stk. 1 í lóg um lestrarstuðul.

Ber til at fáa lestrarstuðul umvegis donsku SU skipanina?
Ja.

Føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, kunnu fáa danskan lestrarstuðul (SU), um so er, at útbúgvingin er góðkend av SU-Styrelsen. Danskir ríkisborgarar (eisini føroyingar), ið lesa á SU-góðkendum útbúgvingum, sá SU. Ongi krøv eru um, at tú skal hava bústað í Danmark

Kunnu fjarlesandi fáa stuðul til ferðing til útbúgvingarstað uttanlands?
Ja.

Ein lesandi sum er fulltíðarlesandi uttanlands hevur rætt til ein ferðastuðul um árið frá Studna. Føroyingur, ið lesandi uttanlands og býr í Føroyum hevur eisini henda rætt.

Kunnu fjarlesandi fáa lestrarlán frá Studna?
Nei, ikki frá Studna.

Studningur og lán eru knýtt saman á tann hátt, at hevur tú rættin til studningin, hevur tú eisini rættin til lán. Hetta merkir eisini, at ein føroyingur, ið er búsitandi í Føroyum og sum fær studning frá SU eisini hevur rætt til lán frá SU.

Kann man fáa stuðul ella lán til skúlagjald frá Studna?
Nei, ikki frá Studna.

Hvørjar tænastur bjóðar Fjarlestrardepilin?
Fjarlestrardeplinum knýtir sambond millum fjarlesandi í Suðuroynni og útbúgvingarstað.

Fjarlestrardeplinum bjóðar  atgongd til hølini hjá Fjarlestrardeplinum í Vági.

Fjarlestrardeplilin bjóðar skeið í projektskriving og í metodu, og onnur skeið, so hvørt tørvur er á tí.

Fjarlestrardepilin bjóðar vegleiðing til fjarlesandi, t.d. vegleiðing í smb. við uppgávu og projektskriving. Og annars vegleiðing sum heild í smb. við útbúgvingina. Fjarlestrardepilin hevur atknýtt eitt vegleiðaratoymið.