Um fjarlestur

Fjarlestur – á enskum distance learning og á donskum fjernundervisning – er heitið fyri eina frálæruskipan, har vitan verður flutt frá undirvísara til lesandi, har tann lesandi annaðhvørt ella bæði í tíð og fysiskt er staddur fjart frá undirvísaranum. Eisini er galdandi, at tøkni verður brúkt í frálæruskipanini – antin talan er um internet, video, DVD, CD, ella aðra tøkni. At enda liggur eisini í hugtakinum fjarlestur, at eitt tveyvegis samskiftið fer fram millum undirvísarar og lesandi.

Hugtakið fjarlestur er sum so ikki nýtt. Fjarlestur hevur onkursvegna verið til í út við eina øld. Í dag er fjarlestur serliga útbreitt orsakað av menningini av internetinum, men áðrenn internet-øldin byrjaði, var fjarlestur umvegis eitt nú sokallaðu “brævskeiðini” ikki óvanligt. Endamálið var tá, eins og tað er í dag, at fólk, óansæð hvar tey eru stødd, skulu kunnu menna sín førleika.

Við menningini av internetinum er tað vorðið alsamt meiri vanligt, at heilar útbúgvingar ella stórir partar av útbúgvingum kunnu takast umvegis fjarlestur. Við øðrum orðum er tað í dag púra vanligt, at lesandi í einum landi, umvegis fjarlestur, nema sær útbúgvingar í øðrum landi, uttan yvirhøvur at hava verið á staðnum, har útbúgvingin verður boðin út.