Um Fjarlestrardepilin

 

Fjarlestrardepilin er ein útbúgvingardepil, sum knýtir sambond millum fjarlesandi í Suðuroynni og lestrarstað. Ein depil, sum hjálpir teimum, ið ætla undir útbúgving sum fjarlesandi, at finna útbúgvingarstað.

Fjarlestrardepilin er eitt tilboð til t.d. tey, sum ætla:
• undir hægri útbúgving
• undir hægri ískoytisútbúgving
• undir endurútbúgving og uppskúling

Á Fjarlestrardeplinum eru skipaði hølisviðurskifti við neyðugum amboðum til fjarlesandi. Á Deplinum kunnu fjarlesandi t.d.:
• fylgja fyrilestrum / undirvísing umvegis internetið
• taka lut í skeiðum, sum Fjarlestrardepilin skipar
• fáa leiðbeining í smb. við útbúgvingina
• lesa og loysa uppgávur sjálvur ella í bólkaarbeiði saman við øðrum fjarlesandi

Fjarlestrardepilin er ein stovnur undir Vágs kommunu.

 

Fjarlestrardepilin
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur
Tlf. 239340
Email: info@fjarlestur.fo