Hvat er ECTS?

ECTS stendur fyri European Credit Transfer System og er ein skipan, sum verður brúkt í so at siga øllum Evropa fyri at skapa gjøgnumskygni ímillum hægri útbúgvingar og hægri útbúgvingar stovnar.

Skipan er ment av ES og hevur til endamáls at lýsa hvussu nógv tíð og hvat fakliga innihaldið er av lestrartíðarskeiðinum og teimum fakunum, sum eru partur av einari hægri útbúgving. ECTTS skipanin er sostatt ein felag evropeiskur standard, sum kann brúkast, tá lesandi skulu fáa flutt yvir (merit-góðkent) fak frá einum útbúgvingar staði til annað í Evropa.

Í stuttum siga ECTS-stigini (ECTS-point) nakað um arbeiðsinnsatsin, sum verður kravdur av tí lesandi fyri at gjøgnumføra skeiðið ella alla útbúgvingina. Til dømis svara 60 ECTS-stig til arbeiðsinnsatsin í einum heilum lestrarárið, meðan 30 ECTS stig svara til eitt semester / eina lestrarhálvu.

Allir hægri lærustovnar í Norðurlondum skulu brúka ECTS-skipanina, og skipanin fevnir eisini um flestu hægri lærustovnar í Evropa.