Lestrarstuðul úr Danmark

Føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, kunnu fáa SU, um so er, at útbúgvingin er góðkend av SU-Styrelsen.

Fyri at fáa SU skal ein verða danskur statsborgari, tvs. hava danskt p-tal/CPR-nummar og eitt sokallað Nem-ID. Hevur tú ikki danskt p-tal ella Nem-ID, so kann søkjast um tað, eisini um tú er búsitandi í Føroyum (tað ber tó til at søkja um SU uttan Nem-ID).

Tá lesandi so hava danskt p-tal og Nem-ID, so kann søkjast um lestrarstuðul hjá danska SU, (Statens Uddannelsesstøtte).