Fjarlestrardepilin – útbúgvingar uttan mørk

Fjarlestur

Fjarlestrardepilin – útbúgvingar uttan mørk.

Fjarlestrardepilin er ein útbúgvingardepil, sum knýtir sambond millum fjarlesandi í Suðuroynni og lestrarstað. Ein depil, sum hjálpir teimum, ið ætla undir útbúgving sum fjarlesandi, at finna útbúgvingarstað.

Fjarlestrardepilin er eitt tilboð til t.d. tey, sum ætla:
• undir hægri útbúgving
• undir hægri ískoytisútbúgving
• undir endurútbúgving og uppskúling

Á Fjarlestrardeplinum verða skipaði hølisviðurskifti við neyðugum amboðum til fjarlesandi. Á Deplinum kunnu fjarlesandi t.d.:
• fylgja fyrilestrum / undirvísing umvegis internetið
• taka lut í skeiðum, sum Fjarlestrardepilin skipar
• fáa leiðbeining í smb. við útbúgvingina
• lesa og loysa uppgávur sjálvur ella í bólkaarbeiði saman við øðrum fjarlesandi.