17 námsfrøðingar fáa prógv á Fjarlestrardeplinum

Fríggjadagin 28. juni verður hátíðardámur á Fjarlestrardeplinum í Vági, tá 17 námsfrøðingar fáa prógv.

Fjarlestrardepilin skipaði í 2015 samstarv við Københavns Professionshøjskole um námsfrøðiútbúgving sum fjarlestur. Útbúgvingin byrjaði í januar 2016 og hava 17 lesandi nú lokið útbúgvingina og eru vorðnir professións bachelorar í námsfrøði.

Útbúgvingin hevur verið skipað sum ein kombinatión av fjarlestri og undirvísing á staðnum, og hava tey lesandi eisini verið í Danmark nakrar ferðir í útbúgvingartíðini.

Tey 17 lesandi eru úr øllum landinum og hava um dagarnir verið í Danmark til próvtøku, har tey hava vart bachelor-ritgerðina. Fríggjadagin 28. juni verður so prógvhandan í fimleikahøllini í Vágs Skúla.