Próvtøka á Fjarlestrardeplinum

provtoeka-fjarlestur-11-2016

Tað gerst alsamt vanligari, at próvtøkur eru á Fjarlestrardeplinum í Vági. Hesar dagarnar er aftur próvtøka, hesaferð er tað løgfrøði-lesandi, sum er til próvtøku.

Angela Helgadóttir úr Hvalba er løgfrøði lesandi við Háskólinn á Bifrost í Íslandi. Angela er hálvur íslendari og byrjaði lesnaðin í Íslandi, men er síðani flutt til Føroyar og hevur hildið áfram við lesnaðinum her.

Hesa vikuna er Angela so til próvtøku í einum faki á løgfrøði útbúgvingini á Háskólinn á Bifrost og verður próvtøkan skipað á Fjarlestardeplinum.

Tað er alsamt vanligari, at próvtøkur verða skipaðar á Fjarlestrardeplinum, bæði próvtøkur á útbúgvingum, sum eru skipaðar á Fjarlestrardeplinum, og próvtøkur, har fólk sjálvi eru farin undir fjarlestur. Talan er bæði um próvtøkur til hægri útbúgvingar og próvtøkur í fakum á miðnámssstøðið.