Próvtøka á Fjarlestrardeplinum

Í hesum døgum eru fyrstu próvtøkurnar hjá námsfrøðingunum, sum eru fjarlesandi umvegis Fjarlestrardepilin.

Próvtøkan verður skipað sum próvtøka á staðnum, har undirvísar og próvdómari eru á Fjarlestrardeplinum og fara lesandi so upp til próvtøkuna á Deplinum. Men tað eru eisini  nøkur lesandi, sum fara upp til próvtøku umvegis internetið, m.a. nøkur av teimum, sum eru búsitandi norðanfjørðs.