Fjarlestrardepilin á norðurlendskari ráðstevnu

sdr

Tórsdagin 2. Juni var norðurlendsk ráðstevna á University College Sjælland í Roskilde, har evnið var Fremtidens Undervisning.

Ráðstevnan verður skipað av FLUID (Foreningen for Fleksibel Uddannelse i Danmark) í samstarvi við UC Sjælland, NORDPLUS, verkætlanina Nordic Study Lab og IDA Education.

Innbodnir fyrilestrarhaldarar hildu framløgur. Dennis Holm, borgarstjóri, varð boðin til ráðstevnuna at halda framløgu um Fjarlestrardepilin í Vági, sum eitt dømi um nýskapandi útbúgvingarstovn í einum lítlum samfelag.

Umframt framløguna um Fjarlestrardepilin í Vági, vóru eisini framløgur frá granskarum á UC Sjælland, DTU (Danmarks Tekniske Universitet) og frá leiðaranum av Campus Vastervig í Svøríki.

Eisini vóru verkstovur á skránni.

Luttakararnir á ráðstevnuni koma úr øllum norðurlondum.