Lesandi atgongd til hølir í summar

2013-10 Fjarlestrardepilin (3)

Eins og undanfarin ár, kunnu lesandi í summar ókeypis brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.

Nógv lesandi eru komin heim at halda summarfrí, men tað eru eisini fleiri, sum skulu til próvtøkur og lata uppgávur inn í august.

Vit bjóða útisetum vælkomnum heim til vakra føroyska summarið og vilja samstundis bjóða lesandi at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.

Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti (eitt stórt undirvísingarhøli, tvey bólkarúm, køkur og wc), og allir hentleikar lesandi annars hava tørv á, t.d. internet, printari / kopimaskina, og so framvegis.

Tey, sum hava áhugað í at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum, kunnu venda sær til Vágs kommunu á teldupost adressu: vagur@vagur.fo ella leggja leiðina framvið á Kommunuskrivstovuni í Vági.