Norðurlendsk vitjan á Fjarlestrardeplinum

2016-02-24 Norðurlendsk vitjan

Ónsdagin 24. februar var ein norðurlendskur granskingarbólkur, The Nordic Study Lab, sum hevur til endamáls at greina hvørjar royndir eru við at stovnseta og skipa fjarlestrardeplar í Norðurlondum.

The Nordic Study Lab fevnir um fólk frá undirvísingar- og fjarlestrardeplum í Norra, Svøríki, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Føroysku umboðanin er á Føroya Handilsskúla.

Endamálið við ferðini í Vági var at kunna seg um hvussu Fjarlestrardeplin varð stovnaður, hvussu skipanin riggar í dag og hvørjar tænastur Fjarlestrardepilin bjóðar. Granskingarbólkurin fekk eisini høvið at tosa við nøkur fjarlesandi á Fjarlestrardeplinum.

Áhugin fyri fjarlestri er vaksandi, bæði orsaka av at fleiri útbúgvingar verða bodnar út sum fjarlestur, og tí alsamt fleiri fólk hava áhugað í at taka útbúgvingar umvegis fjarlestur.

The Nordic Study Lab fer í samband við granskingarverkætlanina at geva út frágreiðing frá rundferðum teirra í Norðurlondum.