Net-pedagogútbúgvingin byrjað

4. februar 2016 byrjaði net-pedagogútbúgvingin í Fjarlestrardeplinum í Vági.

Tað vóru 21 lesandi úr øllum Føroyum, ið byrjaðu.

Søren Krogh Hansen úr UCC Pedagogskúlanum í Hillerød var komin til Føroya at byrja flokkin. Tey fáa kunning og undirvísing í 3 dagar, frá 4. til 6. februar. Síðan fara tey at fáa undirvísing frá lærarum, ið undirvísa einum systurflokki í Hillerød, og flokkurin í Føroyum fylgir síðan aktivt við í Føroyum. Tey fara eisini at lesa saman í smærri lestrarbólkum, fyri at stuðla hvørjum øðrum. Tey fáa undirvísing mánadagar og 5. hvørt vikuskifti fríggjadag seinnapart og leygardag.

Dennis Holm, borgarstjóri bjóðaði teimum lesandi vælkomin til Fjarlestrardepilin í Vági, og síðan tók Søren yvir. Tey lesandi eru sera spent uppá at koma í gongd við útbúgvingina.