Eftirútbúgving: Sosial inklusión

Sosialradgiver

UCC Nord og UCC København bjóða eftirútbúgvingar til pedagogar og lærarar og onnur áhugaði í Føroyum. Ein av hesum eftirútbúgvingum er Sosial inklusión.

Talan er um eitt diplommodul, ið er partur av útbúgvingini til Inklusiónsvegleiðara. Útbúgvingin byrjar við at øll hittast og fáa undirvísing í Føroyum. Eftir tað fyrigongur undirvísingin umvegis internetið sum fjarlestur. Les meira um útbúgvingina her. Útbúgvingin byrjar 4. mars 2016 og heldur fram til 24. juni 2016. Útbúgvingin telur 10 ECTS-stig.

Freistin at melda seg til eftirútbúgvingina er 4. februar 2016.