Stórur áhugi fyri pedagogútbúgvingini

Sosialradgiver

Stórur áhugi er fyri at lesa til pedagog umvegis fjarlestur. Tórskvøldið 22. okt. var kunnandi fundur um útbúgvingina á Fjarlestrardeplinum og nógv fólk vóru møtt upp, umframt at fleiri fólk norðanfjørðs søgdu frá, at tað tíverri ikki lá fyri hjá teimum at koma til kunnandi fundin.

Pedagogútbúgvingin verður skipað bæði sum ein vanlig pedagogútbúgving, sum tekur 3½ ár, og sum ein merit-útbúgving (tvs. fyri fólk, sum hava drúgvar royndir innan yrki), sum tekur 3 ár.

Útbúgvingin verður skipað sum fjarlestur. Í praksis merkir hetta, at undirvísing er á Fjarlestrardeplinum í Vági 5. hvørt vikuskifti, har undirvíst verður umvegis fjarlestrarskipanina. Harumframt verður eisini undirvísing á skipað 1 dag um vikuna. Nærri verður kunnað um hvussu hetta verður gjørt seinni.

Vanliga pedagog-útbúgvingin gevur rætt til SU (lestrarstuðul), meðan merit-útbúgvingin (sum er ætlað fólki, sum eru í arbeiði) ikki gevur rætt til lestrarstuðul.

Vanliga pedagog-útbúgvingin er ókeypis, meðan merit-útbúgvingin kostar 7.000 kr. fyri hvørja lestrarhálvu, ella smáar 1.000 kr. um mánaðin í 3 ár.

Í Vági eru góðir møguleikar at gista hjá lesandi og ber av somu orsøk sera væl til hjá fólki aðrastaðni úr landinum at taka útbúgvingina á Fjarlestrardeplinum í Vági.

Við tað at útbúgvingin verður skipað á Fjarlestrardeplinum, so merkir tað eisini, at fólk sleppa undan at ferðast til Danmarkar fleiri ferðir um árið (og sostatt undan stórum útreiðslum í smb. við ferðakostnað).

 

UMSÓKNARFREISTIR

Leggið til merkis, at umsóknarfreistin er 29. oktober 2015.

Lesið meiri um hvussu søkjast kann á www.fjarlestur.fo