Kunningarfundur 22. oktober 2015 kl. 19 í Fjarlestrardeplinum

2013-10 Fjarlestrardepilin (2)

Fjarlestrardepilin í Vági hevur fingið í lag samstarv við UCC Nord skúlan í Danmark um pedagogútbúgvingina sum fjarlestur, soleiðis at lærarar koma úr Danmark til Føroya at undirvísa einum flokki suðuri í Vági í hvussu so er, hvørja ferð eitt nýtt lestrarhálvár byrjar á 2-4 dagar. Hetta er ein stórur fyrimunur, av tí at tey lesandi annars høvdu verið noydd til at ferðast niður til Danmarkar fleiri ferðir um árið.

Talan er um tvey sløg av pedagogútbúgvingum, ið nú kunnu takast sum fjarlestur í Føroyum, tann eina er tann vanliga pedagogútbúgvingin, ið er ókeypis og gevur rætt til SU, meðan hin útbúgvingin er merit-pedagogútbúgvingin til tey ið hava starvast í minsta lagi 5 ár innan pedagogiska økið og tí kunnu fáa góðskriva ein part av útbúgvingini. Merit-pedagogútbúgvingin tekur minni tíð tann vanliga, talan er um 2½ ár ið verða tikin yvir 3 ár, meðan tann vanliga net-pedagogútbúgvingin tekur 4 ár.

Umsóknarfreistin nærkast, hon er hin 29. oktober 2015, og í tí sambandinum verður kunnandi fundur um pedagogútbúgvingarnar í Fjarlestrardeplinum í Vági hóskvøldið klokkan 19, har øll áhugaði eru vælkomin.

Pedagogútbúgvingarnar sum fjarlestur byrja mánaðarskiftið januar/februar 2016 í Vági.

Les meira um pedagogútbúgvingina á heimasíðuni hjá UCC skúlanum, umsóknarskjalið er at finna í høgru síðu á heimasíðu skúlans.

Av tí at talan er um eina nýggja útbúgving, og vit enn ikki vita, hvussu nógv ið hava søkt og hvussu nógv verða upptikin, so eru tað fleiri møgulleikar fyri, hvussu ið fjarlesturin/uppmøtingin fer at ganga fyri seg. Sambært skúlanum í Danmark, so eru hesir møguleikarnir (tað er skrivað á donskum):

I udgangspunktet kommer undervisningen til at følge nedenstående muligheder:

 

  1. Fjernundervisning i Fjernundervisningscenteret i Vagur. Dette kan være parallelt med merithold i Hillerød. Fjernundervisningen kan lægges i fem weekender (fredag og lørdag) per semester, og med mulighed for en enkelt hverdagsaften om ugen.
  2. En ugentlig net-undervisning, hvor de studerende i grupper og individuelt laver skriftlige indlæg i fagdiskussionen på Portalen/Studiezonen.
  3. Undervisningsindkald med undervisere fra UCC fysisk til stedet i Vagur. Disse indkald har en varighed på 2-4 dage henover en weekend og vil ofte være ved opstart af semester.

 

Pkt. 1 og 2 er de mest gennemgående. Pkt. 3 vil kun være ved fx opstart af uddannelse og opstart af semester.

Starvsvenjing fer fram har ið tað liggur best fyri hjá teimum lesandi, tó ikki har ið viðkomandi starvast til dagligt.

Krøv til útgerð: Ein góð telda krevst, internetsamband við høgari ferð, eitt gott headsett við mikrofon.

Skype verður nýtt gjøgnum alla útbúgvingina.