Pedagogútbúgvingarnar sum fjarlestur í Vági

Vágur

UCC Nord  bjóðar út útbúgvingina sum námsfrøðingur í samstarvi við Fjarlestrardepilin í Vági. Talan er um tvær ymiskar útbúgvingar, ið báðar kunnu takast í Vági, tann eina er tann vanliga pedagog-útbúgvingin yvir fjarlestur, og hin er merit-pedagogútbúgvingin, ið er normerað til 2,5 ár, men verður tikin yvir 3 ár gjøgnum fjarlestur í Vági.

Tað er sami skúli, ið bjóðar báðar útbúgvingarnar út. Vanliga net-pedagogútbúgvingin er ókeypis og gevur teimum lesandi rætt til at fáa danskan SU, ið tey kunnu søkja um. Merit-útbúgvingin kostar 7000 krónur fyri hvørt semestur (hálvár) og gevur ikki rætt til SU.

Freistin at søkja inn til net-pedagogútbúgvingina er 29. oktober 2015. Umsóknarskjalið finnur tú her (til høgru á síðuni), minst til at velja “Pædagoguddannelsen Nord – Net baseret i Hillerød”.

Her ber til at lesa um upptøkukrøvini til pedaogútbúgvingina.

Freistin at søkja inn til merit-pedagogútbúgvingina er 1. november 2015. Umsóknarskjalið til merit-útbúgvingina finnur tú her, minst til at seta x við  “Netbaseret – for studerende bosat på Færøerne”. Um tú søkir um upptøku á merit-útbúgvingina, so skal tú eisini senda eina váttan frá arbeiðsgevara, ið váttar, at tú hevur arbeitt í minsta lagi 5 ár sum hjálparfólk innan barnaansingarøkið/pedagogiska økið. Tað er leiðarin fyri stovnin, ið skal skriva undir.

Báðar útbúgvingarnar byrja 1. februar 2016 í Vági.

Her ber til at lesa um upptøkukrøvini til merit-pedagogútbúgvingina.

Umsóknarskjalið skal útfyllast, skannast inn og sendast saman við prógvum og evt. øðrum viðkomandi skjølum til optagelse@ucc.dk

Um so er, at tú søkir og ikki sleppur inn orskakað av at tú ikki hevur prógv frá miðnámsskúla, so ber til at betra um tínar førleikar við at taka HF einkultfak. Hetta kann gerast í Føroyum, men kann eisini takast sum fjarlestur frá t.d. VUC í Danmark.