Lesið til pedagog á Fjarlestrardeplinum

Namsfrodingur

Síðan Fjarlestardepilin varð stovnaður á várið 2013 hevur stórur eftirspurningur verið eftir pedagog-útbúgving umvegis fjarlestur. Arbeitt hevur verið í longri tíð við at fáa í lag hesa skipan og nú komið er á mál, merkir hetta, at føroyingar kunnu lesa til pedagog umvegis fjarlestur, uttan at fara av landinum fleiri ferðir um árið í samband við fjarlesturin.

Útbúgvingin verður skipað sum ein kombinatión av fjarlestri og undirvísing á Fjarlestrardeplinum í Vági. Ítøkiliga merkir hetta, at tað verður fjarundirvísing fimm vikuskiftið (fríggjadag og leygardag) hvørja lestrarhálvu, umframt fjarundirvísing ein dag um vikuna. Harumframt verður eisini nakrar undirvísing í Vági, har undirvísarar frá UCC-Nord koma á staðið.

Fyri lesandi merkir hetta, at tey kunnu lesa til pedagog uttan at hetta hevur stórvegis ávirkan á teirra gerandis- og arbeiðslív. Harumframt slepst undan stórum kostnaði við at ferðast til t.d. Danmarkar í smb. við fjarlestrar-útbúgvingina, eins og vanligt hevur verið.

Umframt vanligu pedagogútbúgvingina, so er eisini gjørt samstarv við UCC-Nord um merit-útbúgvingina, tað vil siga at fólk við drúgvum royndum innan t.d. barnaansingarøkið nú kunnu taka pedagogútbúgving sum merit-útbúgving.

Lesið meiri um útbúgvingarnar her:

Vanliga pedagog útbúgvingin

Umsóknir til vanligu pedagog útbúgvingina

Merit-útbúgvingin

Umsóknir til merit-útbúgvingina

Um fjarlestrarútbúgvingar á UCC-Nord

UMSÓKNARFREISTIN TIL BÆÐI PEDAGOG OG MERIT-ÚTBÚGVINGINA ER 1. NOV. 2015.

Eru ivamál ella spurningar í samband við um útbúgvingina, so ber til at senda ein teldupost til info@fjarlestur.fo ella ringja til okkum á tlf. 239340.