Master í IKT (informations og kommunikations teknologi)

Norðurlendska samstarvi, sum Fjarlestrardepilin er knýttur at, bjóðar nú út nýggja master útbúgving í IKT (informations- og kommunikations teknologi).
Master útbúgvingin er burturav fjarlestrar-útbúgving. Útbúgvingin byrjar í heyst, og umsóknarfreistin er 15. apríl 2015. Tað er ókeypis at fylgja master skeiðinum í IKT, sum verður bjóðað út umvegis Stockholms Universitet.
Undirvísingarmálið er enskt, men um nóg nógvir føroysk lesandi verða, so verða eisini føroyskir lestrarvegleiðarar / coach’ar atknýttir.
Lesið meira um master-útbúgvingina í IKT her
Og her er meiri kunning um hvussu søkjast kann inn á útbúgvingina: Trýst her.
Niðanfyri umrøða Sirkku Manniko Barbutiu frá Stockholms Universitet og Astrid Høgmo frá Unordic masterútbúgvingina í IKT.