Nógv vilja lesa námsfrøði um fjarlestur

Namsfrodingur

Stórur áhugi er í at lesa námsfrøði sum fjarlesandi. Av somu orsøk verður nú arbeitt við møguleikanum at hava ein heilan flokk av námsfrøðingum sum fjarlesandi á Fjarlestrardeplinum.

Hevur hetta tín áhugað í at lesa námsfrøði, so set teg í samband við Fjarlestrardepilin á tlf. 239340 ella umvegis teldupost info@fjarlestur.fo

Tað hevur týdning, at tey, sum hava áhugað í hesari útbúgvingini, seta seg í samband við Fjarlestrardepilin sum skjótast, soleiðis at greiði fæst á, í hvønn mun upptøku-krøvini eru lokin, og í teimum førum upptøku-krøvini ikki eru lokin, hvussu Fjarlestrardepilin kann hjálpa til, soleiðis at tey neyðugu fakini kunnu takast áðrenn útbúgving byrjar.

 

 

Fjarlestrardepilin
Tlf. 239340 / Tlf. 663000
Email: info@fjarlestur.fo