Breitt úrval av norskum útbúgvingum og skeiðum sum fjarlestur

Á heimasíðuni hjá nki-nettstudier er eitt breitt úrval av fjarlestrar-útbúgvingum og skeiðum. Talan er um útbúgvingar og skeið innan nógv ymisk øki og á ymiskum støði. Útbúgvingarnar og skeiðini eru øll skipaði sum fjarlestur, t.v.s. at tað ikki er neyðugt at møta á útbúgvingarstovnunum. Tú kanst søkja inn og byrjað lesnaðin til eina og hvørja tíð; einasta freist, ið skal haldast, eru royndirnar. Hesar verða vanliga hildnar tveir ferðir árliga, og møguleiki er at fara til roynd antin heima ella í nærumhvørvinum.
Fjarlestrardepilin hevur gjørt avtalu við nki-nettstudier um, at føroyingar kunnu lata uppgávur inn á donskum. Útbúgvingarnar kosta, men í fleiri førum ber til at lesa parttíð, soleiðis at tú kanst hava eitt arbeiði, meðan tú lesur.
Síggj breiða úrvali av útbúgvingum her: www.nki.no
Set teg í samband við Fjarlestrardepilin, um tú vilt vita meiri um hesar útbúgvingar.
Fjarlestrardepilin
Tlf. 239340 / Tlf. 663000
Email: info@fjarlestur.fo