Vinnulívsrættaðar yrkisútbúgvingar og skeið

logo-nyt-til-USP

Tað ber til at taka nógvar ymiskar vinnulívsrættaðar yrkisútbúgvingar sum fjarlestur. Talan er bæði um heilar útbúgvingar og einstakar lærugreinir/skeið.Tak t.d. eina útbúgving í leiðslu, altjóða handli og marknaðarføring ella kunningartøkni.

Ætlar tú ikki undir eina heila útbúgving, men ynskir førleikamenning innan eitt ávíst øki, so ber til at taka eitt skeið í t.d. arbeiðsumhvørvi, “event management”, altjóða samkifti ella handilsbúskapi. Møguleikarnir eru nógvir.

Set teg í samband við Fjarlestrardepilin fyri at fáa fleiri upplýsingar um hesar útbúgvingar og skeið.

 

Fjarlestrardepilin
Tlf. 239340 / Tlf. 663000
Email: info@fjarlestur.fo