Fjarlestrardepilin partur av norðurlendska útbúgvingarnetverkinum U Nordic

U Nordic

Fjarlestrardepilin í Vági er vorðin samstarvsfelagið í norðurlendska útbúgvingarnetverkinum U Nordic, og sostatt eru Føroyar eisini vorðin partur av norðurlendska útbúgvingarnetverkinum U Nordic.

Norðurlond hava seinastu ártíggjuni havt miðvísa politiska linju at raðfesta útbúgving og raðfest tað at øll í samfelagnum kunnu fáa atgongd til ókeypis útbúgving.
Ein av stóru avbjóðingunum í tí sambandi er at geva øllum í samfelagnum, bæði í størri og minni økjum, veruliga atgongd til hægri útbúgving. –Og tá útbúgving í tí modernaða vitannarsamfelagnum fyrigongur alla tíðina og er ein framhaldandi process, so er eisini neyðugt at útbúgvingar í størri mun verða bodnar út í nærumhvørvinum, sigur Lars Utstøl frá U Nordic.
– Hetta er eisini júst endamálið við U Nordic, har samstarv í stórum netverkum ger, at besta tilfeingi innan útbúgving kann bjóðast út í fleiri økjum í Norðurlondum, og røkka út til fleiri fyritøkur og stovnar og til fleiri einstaklingar. – Á hendan hátt kunnu vit byggja víðari á norðurlendska útbúgvingar modelli og bjóða øllum atgongd til útbúgving. –Og tað er greitt, at møguleikarnir í norðurlendska útbúgvingar samstarvinum eru sera stórir, sigur Lars Utstøl.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, fegnast um, at Fjarlestrardepilin í Vági er vorðin partur av útbúgvingarnetverkinum U Nordic. Samstarvið við U Nordic ger, at vit í Føroyum fáa atgongd til útbúgvingar, sum ikki frammanundan verða bodnar út í Føroyum, og tað kann kom øllum samfelagnum til góðar, sigur Dennis Holm.
Fyrsta útbúgvingin í U Nordic samstarvinum, sum varð boðin út á Fjarlestrardeplinu, varð boðin út í summar, og so hvørt, sum fleiri útbúgvingar verða bodnar út í U Nordic samstarvinum, verður kunnað um tað á í fjølmiðlunum og á heimasíðuni hjá Fjarlestrardeplinum, www.fjarlestur.fo

Lesið meiri um U Nordic her.