Norðurlendsk MASTER-skeið í projekt-leiðslu

Project Management

Fjarlestrardepilin er nú vorðin partur av norðurlendskum netverki, sum nú bjóðar út MASTER-skeið í projekt-leiðslu.

Talan er um fýra stakskeið á MASTER-støði, sum samanlagt geva 30 ECTS. Útbúgvingin er øll fjarlestur, tað vil siga, at øll útbúgvingin verður tikin umvegis fjarlestur, uttan at møta upp á útbúgvingarstovni.

Tey fýra skeiðini eru:
• Praktiska projektleiðslu
• Modellir og metoda í projektum
• Leiðsla og projekt
• Forretningsstrategi og IT-projekt

Legg til merkis, at skeiðini kunnu takast hvør sær og at tað skal søkjast um upptøku á hvørjum av teimum fýra skeiðunum.

Tvey av skeiðinum byrja í september í ár (Praktiska projektleiðslu og Modellir og metoda í projektum), meðan tvey skeið byrja í januar 2015 (Leiðsla og projekt og Forretningsstrategi og IT-projekt)

Umsóknarfreistin til tey bæði fyrstu skeiðini er 1. august 2014.

Útbúgvingin er ókeypis.

Hevur útbúgvingin tín áhugað, so er at venda tær til Fjarlestardepilin, har tú fær meiri at vita um útbúgvingina og um hvussu tú kann søkja inn á útbúgvingina.

Fjarlestrardepilin
Tlf. 733040 / Tlf. 733000
Email: info@fjarlestur.fo