Fjarlestur umvegis Fróðskaparsetri

Videofundir

Skipanin við Videofundum er nú tøk á Fjarlestardeplinum, soleiðis at lærara- og námsfrøði lesandi kunnu brúka skipanina í smb. við fjarlestri á Fróðskaparsetrinum.

Fróðskaparsetrið hevur í vár royndarkoyrt fjarlestur hjá lærara-lesandi og fer eftir páskir eisini at royndarkoyra fjarlestur við námsfrøði lesandi.

Hetta merkir, at lesandi við Fróðskaparsetrið kunnu sita kring landið og fylgja undirvísingini. Í Suðuroynni ber til at fylgja undirvísingini á Fjarlestrardeplinum í Vági.

Lesandi úr Suðuroynni kunnu venda sær til Fjarlestrardepilin, tlf. 733040 um áhugi er fyri at brúka skipanina og hølini á Fjarlestrardeplinum í smb. við fjarlestur á Fróðskaparsetrinum.