Nýggjar lærugreinar á FHS-fjarlestri

Ein flokkur byrjaði á FHS-fjarlestrinum í heyst, sum Handilsskúlin á Kambsdali skipar fyri.
Í heyst hevur verið undirvíst í lærugreinunum KT og Sølubúskapi C. Próvtøkur eru í hesum lærugreinum nú í januar.
Í vár verða so tvær nýggjar lærugreinar bodnar út. Hesar eru Virkisbúskapur C og Enskt C . Byrjað verður við einum innleiðsludegi leygardagin 18. januar kl. 13.00 á Handilsskúlanum á Kambsdali.
Enn ber til at tekna seg til hesar lærugreinar. Nærri kunning og tekningarskjal er at finna á heimasíðu skúlans, http://fhk.fo/fjarlestur/