Bjóða lesandi hølir um jólini

2013-10 Fjarlestrardepilin (1)

Í desember og januar kunnu lesandi ókeypis brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.


Desember og januar er tíðin har nógv lesandi eru heima og halda jól. Men hetta er eisini tíðin, har lesandi hava nógv á skránni, bæði tá umræður at skriva uppgávur, gera ritgerðir og lesa til próvtøku.

Vit bjóða útisetum vælkomnum heim til jóla og vilja samstundis bjóða lesandi at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum í samband við lesnaðin.

Á Fjarlestrardeplinum eru góð hølisviðurskifti (eitt stórt undirvísingarhøli, tvey bólkarúm, køkur og wc), og allir hentleikar lesandi annars hava tørv á, t.d. internet, printari / kopimaskina, og so framvegis.

Tey, sum hava áhugað í at brúka hølini á Fjarlestrardeplinum, kunnu venda sær til Vágs kommunu á teldupost adressu: vagur@vagur.fo