Ein FHS fjarlestrarflokkur byrjar á Handilsskúlanum á Kambsdali

Handilsskuli-Kambsdalur

Hetta skúlaárið verður ein fjarlestrarflokkur á Kambsdali, sum tekur lærugreinar á FHS. Enn er møguleiki at tekna seg til fjarlesturin, sum byrjar 31. august.

Leygardagin 31. august savnast næmingarnir til ein innleiðsludag, har stutt innføring í lærugreinarnar verður á skránni, umframt frálæra í tøknuni sum verður nýtt. Annars fer øll undirvísingin fram umvegis internetið.

Endamálið við fjarlestrinum er at geva fólki, sum ikki hava høvi at møta til vanliga undirvísing, møguleika at taka eina útbúgving. Fjarlesturin er væl egnaður til eitt nú lærlingar og fólk sum ynskja at taka eina útbúgving og lesa, tá tað hóskar teimum. Nøkur av teimum, sum taka FHS fjarlestur, eru eisini búsitandi uttanfyri miðstaðarøkið og kunnu við fjarlestrar møguleikanum framvegis verða búgvandi í útjaðaranum og fáa eina útbúgving sum gevur førleika til lærupláss og víðari lestur á miðnámi.

Handilsskúlin á Kambsdali hevur havt tilboð um FHS fjarlestur í fleiri ár, men sum nakað nýtt verður nú eisini roynt at undirvísa við online video undirvísing, eins og møguleiki er at leggja videoupptøkur út til tey lesandi, sum tey kunnu hyggja at, tá tað liggur fyri hjá teimum.

Enn er møguleiki at tekna seg til fjarlesturin, sum byrjar 31. august, við at venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali.