132 fólk fingið hjálp at finna fjarlestrarútbúgving

Lesandi

Tá umsóknarfreistirnar vóru úti fyrstu viku í juli hevði Fjarlestrardepilin hjálpt 132 fólkum kring alt landið at finna útbúgving umvegis fjarlestur.

5. juli 2013 var umsóknarfreistin til Kvotu 1 á hægru útbúgvingunum í Danmark úti, áðrenn hetta vóru freistirnar fyri umsóknir til hægri útbúgvingar í Føroyum, Norra og Svøríki eisini úti.

Fjarlestrardepilin byrjaði virksemi í apríl í ár. Hetta stutta tíðarskeiðið Fjarlestrardepilin hevur verið ígongd, er talið av útbúgvingum, sum kunnu takast umvegis Depilin, komið uppá umleið 30 heilar útbúgvingar, umframt eina røð av skeiðum frá universitetsstøðið til miðnámsstøðið.

 

132 fólk fingið hjálp at finna fjarlestrarútbúgving

Nú umsóknarfreistirnar fyri skúlaárið 2013/2014 eru farnar, hevur Fjarlestrardepilin hjálpt 132 fólkum at finna fjarlestrarútbúgving. Talan er um fólk úr øllum landinum.

Tær mest eftirspurdu útbúgvingarnar eru: sosial-ráðgevi, námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, it-útbúgvingar, fysioterapeut, lærara, ergoterapeut og bioanalytikari.

 

Tá útbúgvingarnar byrjað 1. september, byrjar eisini sjálvt útbúgvingar, skeiðs og vegleiðara virksemi á Fjarlestrardeplinum. Meiri verður at frætta um hetta seinni.