Fáa lestrarstuðul til fjarlestrarútbúgvingar

Lesandi

Nú er greitt, at føroyingar, sum fara undir fjarlestrarútbúgvingar í Danmark, kunnu fáa SU, um so er, at útbúgvingin er góðkend av SU-Styrelsen.

Fyri fjarlesandi, sum ætla undir eina útbúgving umvegis Fjarlestrardepilin í Vági, merkir tað, at tey fáa 5.753 kr. í lestrarstuðli (SU) um mánaðin, um so er, at útbúgvingin er góðkend av SU.

Millum útbúgvingarnar sum eru SU-góðkendar og sum Fjarlestrardepilin bjóðar út í løtuni, eru eitt nú lærari, námsfrøðingur, sosial ráðgevi, bioanalytikara, ergoterapeaut, fysioterapeaut, og sjúkrarøktafrøðingur.

Fyri at fáa SU skal ein verða danskur statsborgari, tvs. hava danskt p-tal/CPR-nummar og eitt sokallað Nem-ID. Hevur tú ikki danskt p-tal ella Nem-ID, so kann søkjast um tað, eisini um tú er búsitandi í Føroyum. Tá lesandi so hava danskt p-tal og Nem-ID, so kann søkjast um lestrarstuðul hjá danska SU, (Statens Uddannelsesstøtte).

Ískoytið: Sum skilst á SU-styrelsen, so ber tað til at søkja um SU uttan Nem-ID.