Monthly Archives: oktober 2015
Umsóknarfreistin til pedagogútbúgvingina er 29. okt. og til Merit-útbúgvingina 1. nov.
Stórur áhugi fyri pedagogútbúgvingini
Kunningarfundur 22. oktober 2015 kl. 19 í Fjarlestrardeplinum

Fjarlestrardepilin í Vági hevur fingið í lag samstarv við UCC Nord skúlan í Danmark um pedagogútbúgvingina sum fjarlestur, soleiðis at lærarar koma úr Danmark til Føroya at undirvísa einum flokki suðuri í Vági í hvussu so er, hvørja ferð eitt nýtt lestrarhálvár byrjar á 2-4 dagar. Hetta er ein stórur fyrimunur, av tí at tey lesandi annars høvdu verið noydd til at ferðast niður til Danmarkar fleiri ferðir um árið.
Pedagogútbúgvingarnar sum fjarlestur í Vági

UCC Nord bjóðar út útbúgvingina sum námsfrøðingur í samstarvi við Fjarlestrardepilin í Vági. Talan er um tvær ymiskar útbúgvingar, ið báðar kunnu takast í Vági, tann eina er tann vanliga pedagog-útbúgvingin yvir fjarlestur, og hin er merit-pedagogútbúgvingin, ið er normerað til 2,5 ár, men verður tikin yvir 3 ár gjøgnum fjarlestur í Vági.