Tíðindi

Lesandi hava atgongd til hølini í Fjarlestrardeplinum um jólini

provtoeka-fjarlestur-11-2016
Eins og vanligt er, so kunnu lesandi brúka hølini í Fjarlestrardeplinum ókeypis um jólini. Hesi jólini verða øðrvísi, og tað merkir, at tey sum ynskja at brúka Fjarlestrardepilin mugu virða almennu koronatilmælini. Harafturat skulu lesandi útisetar kunna vísa negativa koronuroynd frá 6. degi, áðrenn atgongd til Fjarlestrardepilin fæst.
Í Fjarlestrardepilinum eru góðar umstøður hjá lesandi at hugsavnað seg og fyrireika seg til prógvtøkur og komandi lestrarhálvu. Fjarlestrardeplin rúmar eitt stórt undirvísingarhøli, trý bólkarúm, køk og wc. Afturat hesum eru aðrir hentleikar sum internet og printari/kopimaskina.
Tey, sum ynskja at brúka Fjarlestrardepilin um jólini, kunnu venda sær til Miðlatún á teldupost adressu: info@vagur.fo ella ringja 239390.

Námsfrøðingar fingu prógv á Fjarlestrardeplinum

Námsfrøðingar2019 (1)

Í dag fingu 17 námsfrøðingar prógv á Fjarlestrardeplinum. Prógvini vórðu handaði í skúlahøllini í Vágs Skúla, har Dennis Holm, borgarstjóri, og Barbara Joensen, námsfrøðingur, flutt fram røður.

17 námsfrøðingar fáa prógv á Fjarlestrardeplinum

Fríggjadagin 28. juni verður hátíðardámur á Fjarlestrardeplinum í Vági, tá 17 námsfrøðingar fáa prógv.

Hægri fjarlestur á Glasi

Skeid

Um nóg nógv tekna seg, fara Glasir og Fjarlestrardepilin í Vági at kunna um møguleikar fyri hægri lestri í vetur. Tiltakið verður á Fjarlestrardepilinum tórskvøldið 23.august kl. 19,30 Tiltakið er sjálvandi ókeypis.

Sosiala Akademiútbúgvingin á Fjarlestrardeplinum

ráðgeving

Fjarlestrardepilin í Vági hevur seinasta árið arbeitt við at fáa í lag fjarlestrar útbúgving innan sosial ráðgeving og sosialt arbeiði; ein útbúgving sum stórur áhugi er fyri í Føroyum. -Og nú er møguleiki at søkja inn á Sosialu Akademiútbúgvingina á Fjarlestrardeplinum í Vági, ein útbúgving sum byrjar í august 2018.